Handilsflotin “grønur” í 2050

Handilsflotin “grønur” í 2050
- Málið er, at allur tann handilsflotin skal vera “grønur” í 2050, so hann tá er uttan nakað útlát av koltvísúrni, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.
Málið er, at allur handilsflotin skal vera “grønur” í seinasta lagi í 2050
Mynd: Faroe Ship  
 
27.10.2024 - 15:05

Jens Meinhard Rasmussen, sum eisini er stjóri í Smyril Line, helt í gjár fyrilestur á ráðstevnuni Varandi Heimur, sum hevur verið á Giljanesi.

Har vísti hann millum annað á, hvussu handilsskipaflotin kann gerast “grønur” og hvørji átøk skulu gerast, so málið um at sleppa undan útláti av koltvísúrni innan 2050 kann røkkast.

– Fyrst og fremst røkka vit tí við rakstar- og orkusparingar, við tað at vit sigla seinni, vera styttri í Havn og gera onnur tiltøk, sum at vaska skrokk og skrúvu og sovorðið, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

- Men fyri at fáa hann ordiliga “grønan”, so einki útlát er, mugu vit hava brennievni, sum ikki letur út koltvísúrni, og tað er ein sera stór avbjóðing, ið krevur samstarv millum rættiliga nógvar partar.

Hoyr samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen her:

2024-10-26-Jens-Meinhard-Rasmussen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375