Mentanargrunnurin skal umsita stuðul til filmsgerð

Mentanargrunnurin skal umsita stuðul til filmsgerð
Endamálið er m.a. at tryggja meginregluna um armslongd, sigur Mentamálaráðið
Játtanin til Mentanargrunnin er hækkað, nú hann eisini skal umsita stuðulin til filmsgerð.
 
29.10.2024 - 08:16


Mentanargrunnurin skal umsita stuðulin til filmsgerð.

Játtanin til Mentanargrunnin er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 hækkað 300.000 kr. til størri umsiting, nú grunnurin eisini skal hava film. 

Harumframt vera pengar til filmsráðgevar fluttir Mentanargrunninum frá Almanna- og Mentamálaráðnum. 

Eitt endamál við at lata Mentanargrunnin umsita filmsstuðul er at tryggja meginregluna um armslongd, sigur Mentamálaráðið.

Uppskot er eisini um, at fólk, sum fær listafólkaløn ella starvsløn frá Mentanargrunninum, fær 15 prosent í eftirløn aftrat lønini.

Og reglur skulu ásetast um stuðul til føroyskt tilfar til børn og ung.

 

Føroyskt tilfar til børn og ung

Fyri fyrstu ferð er játtan latin Mentanargrunninum, sum er markað til føroyskt tilfar, ætlað børnum og ungum. 

Ein millión krónur eru í fíggjarlógaruppskotinum.

Ásett er, at stuðul ikki verður latin stovnum við alment fíggjaðum rakstri. 

Treytin er, bæði viðvíkjandi filmi, eftirløn og tilfari til børn og ung, at løgtingið góðtekur tær játtanir, sum landsstýrið hevur í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2025.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224