Ein leiðsla á Marknagilsdeplinum

Ein leiðsla á Marknagilsdeplinum
Stjórin skal setast, áðrenn Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu, so hann verður við til at fyrireika samansetta starvsfólkahópin, sum skal starvast á deplinum
 
22.10.2013 - 14:58

Marknagilsdepilin verður ein skúli við einari leiðslu.

Tað er í øllum førum áskoðanin hjá landsstýrismanninum í Mentamálum.

Tað ger Bjørn Kalsø, greitt í svari til fyrispurning hjá Gunvør Balle, tingkvinnu hjá Tjóðveldinum.

Tað eru Føroya Handilsskúli, Føroya Studentaskúli og H.F. skeið og Tekniski skúlin í Havn, sum skulu flyta inn í Marknagilsdepilin, tá hann er liðugur.

Gunvør Balle spyr millum annað um talan verður um tríggjar skúlar og tríggjar leiðslur ella ein skúla og eina leiðslu.

Í svarinum sigur landsstýrismaðurin m.a. at hann hevur ta áskoðan, at greiðast er, at Marknagilsdepilin verður ein skúli við einari leiðslu.

Tó leggur hann afturat, at tað er umráðandi, at tann undirliggjandi leiðslubygnaðurin avspeglar alt virksemið, sum verður røkt í og út frá stovninum.

Landsstýrismaðurin ætlar eisini, at stjórin fyri Marknagilsdepilin verður settur, áðrenn skúlin verður tikin í nýtslu, so hann verður við til at fyrireika samansetta starvsfólkahópin at virka saman, sum eina eind á einum skúla, stendur í svarinum til Gunvør Balle. Fyrispurningurin hjá Gunvør Balle er á skránni á løgtingsfundinum, sum byrjar klokkan 11 í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485