KÍ avlýsir ársveitslu - undirtøkan er ov lítil

KÍ avlýsir ársveitslu - undirtøkan er ov lítil
KÍ endaði á øðrum plássi í landskappingini í ár, seks stig aftan fyri Víking, sum gjørdist føroyameistari
Undirtøkan er ov lítil, og tí hevur KÍ avlýst ársveitsluna, sum skuldi vera leygarkvøldið.
Mynd: KÍ  
 
30.10.2024 - 11:19

Ársveitslan hjá KÍ er avlýst, tí undirtøkan er ov lítil.

Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.

Tá lýst var við ársveitsluni, skrivaði KÍ, at kappingarárið 2024 og 120 ára føðingdardagurin hjá felagnum skuldi hátíðarhaldast.

Men hátíðarhaldið verður av ongum.

Ársveitslan hjá KÍ skuldi verða í Varpinum leygarkvøldið 2. november. 

Felagið sigur, at árveitslan er avlýst, tí at undirtøkan hevur verið ov lítil til at bera tiltakið.

Atgongumerkini kostaðu 615 kr.

KÍ endaði á øðrum plássi í landskappingini í ár, seks stig aftan fyri Víking, sum gjørdist føroyameistari.

Í kappingini um løgmanssteypið gekk verri. KÍ tapti fyri HB í fyrsta umfarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373