Framleiðslukostnaðurin ger, at minni kemur inn í tøkugjaldi

Framleiðslukostnaðurin ger, at minni kemur inn í tøkugjaldi
Inntøkan frá tøkugjaldinum í alivinnuni í ár er so litil, at 70-80 milliónir kr. minni koma í landskassan í ár, enn roknað var við á fíggjarlógini
Framleiðslukostnaðurin í alivinnuni hevur verið størri enn laksaprísurin, og tí er tøkugjaldið til landskassan nógv minkað. (Savnsmynd)
 
07.11.2024 - 13:27

Bæði flutningur og søla hava verið roknað upp í framleiðslukostnaðin, tá alifyritøkurnar hava ásett hálvárliga kostnaðin, sum tøkugjaldið skuldi setast eftir. 

Tað hevur saman við lága altjóða laksaprísinum havt við sær, at nærum einki er komið inn í tøkugjaldi ein stóran part av tíðini í ár, tí tøkugjaldið hevur verið 0,5 prosent. 

Nú skulu fyritøkurnar sjálvar áseta framleiðslukostnaðin hálva hvørt ár. Hesin kostnaðurin var 32 krónur, men so reyk hann í 52 krónur.

Munurin millum laksaprísin og framleiðslukostnaðin ger av, hvussu nógv prosent verður tikið inn í tøkugjaldi. 
 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07112024_Tokugjald

 

Høgni Hoydal er landsstýrismaður í vinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Inntøkan frá tøkugjaldinum er so litil, at 70-80 milliónir kr. minni koma í landskassan í ár, enn roknað var við á fíggjarlógini.

Í fjør manglaðu 90 milliónir í.

Orsøkin er, at  framleiðslukostnaðurin hevur verið størri enn altjóða laksaprísurin ein stóran part av árinum.

Tøkugjaldið var annað evni í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyreast her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808