Valluttøkan er størst í Fugloy og í Porkeri

bannari
Valluttøkan er størst í Fugloy og í Porkeri
Seinastu fýra kommunuvalini hevur valluttøkan í miðal verið størst í Fugloyar og Porkeris kommunum. Minsta luttøkan er í Havn, Kvívík og Vestmanna
Í Fugloyar kommunu, sum telur bygdirnar Kirkja (myndin) og Hattarvík, er valluttøkan á kommunuvali tann hægsta í landinum
 
07.11.2024 - 17:01

Føroyingar plaga at vera raskir at fara á val. Seinastu løgtingsvalini hava ligið heilt upp ímóti 90 prosentum í valluttøku, og hóast kommunuvalini liggja eitt sindur lægri - úr 80 upp í 85 prosent valluttøku - so er einki at ivast í, at føroyingar taka sína skyldu í álvara, tá tað ræður um at seta sín kross.

Um vit hyggja at tølunum fyri seinastu fýra kommunuvalini samlað, síggja vit, at valluttøkan í miðal hesi valini hevur verið størst í Fugloyar og Porkeris kommunum - í miðal 93,3 prosent. Í Fugloy var valluttøkan í 2016 heili 97,8 prosent - tá høvdu 45 fólk valrætt, og 44 av teimum greiddu atkvøðu. At øll uttan ein vóru á vali er merkisvert, men tølini í smáu kommununum eru eisini smá, og tí er skjótt at ávirka prosenttølini eisini.

Í Porkeri hevur valluttøkan verið omanfyri 90 prosent hvørja ferð síðan 2008. Tað hevur hon eisini verið í Sands kommunu, har miðalvalluttøkan fyri seinastu fýra kommunuvalini er 92,2 prosent.

 

Minst í Havn

Í hinum endanum finna vit størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommuna, har valluttøkan í prosentum er tann lægsta. Men eisini í Kvívík og í Vestmanna hevur valluttøkan verið lág seinastu ferðirnar. Felags fyri allar hesar tríggjar kommunurnar er tó, at luttøkan sum heild hevur verið vaksandi fjórða hvørt ár síðan 2008. Í Tórshavnar kommunu var valluttøkan seinast 81,0 prosent - tað eru 8,6 prosentstig hægri enn í 2008, tá luttøkan var heilt niðri á 72,4 prosentum.

Talvan niðanfyri vísir valluttøkuna í teimum ymsu kommununum til seinastu fýra kommunuvalini og til seinast eitt miðaltal fyri luttøkuna á hesum fýra valunum (valið í 2012 var tað seinasta í Húsa kommunu, sum eftir hetta fór upp í Klaksvíkar kommunu).


(Keldur: www.kvf.fo/val og www.valurslit.fo)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329