- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankin finst hvassliga at landsstýrinum í samband við suðuroyartunnil
Tað er beinleiðis skeivt at samanbera kostnaðin av verandi suðuroyarsigling við kostnaðin av einum undirsjóvartunli til Suðuroyar. Ein slík samanbering kann als ikki nýtast sum grundarlag fyri, um íløgan skal gerast ella ikki.
Tað sigur Landsbankin, sum í hvøssum hoyringarsvari tekur stórt fyrivarni fyri tí fíggjarliga samanberingargrundarlagið, sum avgerðin um ein Suðuroyartunnil millum annað byggir á.
Landsbankin vísir á, at ein orsøk til at suðuroyarsiglingin kostar sera nógv fyri landskassan er, at ferðaseðlaprísurin varð munandi lækkaður í 2007 og síðani ikki er javnaður við kostnaðar- ella lønargongdini.
Skal nøkur samanbering gerast á henda hátt, so er viðkomandi samanberingin kostnaðurin av ferjusambandi millum Sand og Suðuroynna øðrumegin, og tunnilssambandið hinumegin.
At brúka Suðuroyarsiglingina sum samanbering er tí als ikki viðkomandi, metir Landsbankin. Trupulleikin við útrokningarháttinum er, at hann er ov tilvildarligur, tí úrslitið er ov nógv treytað av fakliga ógrundaðum, politiskum avgerðum, skrivar Landsbankin.
Gloymt haldføri
Harumframt metir Landsbankin, at landsstýrið hevur ikki tikið atlit til fíggjarpolitiska haldførið, nú støða er tikin til at fara undir Suðuroyartunnilin. Landsbankin vísir á, at Búskaparráðið hevur gjørt eina meting av fíggjarpolitiska haldførinum, sum greitt vísir, at haldførið er sera vánaligt.
Víst verður til eina framrokning av verandi inntøkum og útreiðslum, sum sigur at hallið hjá almenna geiranum støðugt veksur upp til eina milliard krónur árliga í 2035. Framrokningin tekur støði í úrslitinum í almenna geiranum fyri árið 2023. Við støði í hesi framrokning verður fíggingartørvurin umleið seks milliardir krónur, næstu 10 árini fram til 2035, um eingi tiltøk verða fram.
-Tiltøk mugu sostatt gerast fyri stórar upphæddir longu sum er, fyri at fáa almenna búskapin at hanga saman, skrivar Landsbankin.
Landsbankin endar sítt notat, dagfest oktober 2024, við hesum orðum:
"Landsbankin heldur tað tí ikki vera ráðiligt at gera ein suðuroyartunnil sum er, serliga um avgerðin verður tikin, áðrenn neyðugu tiltøkini eru framd at fáa javnvág í almenna búskapin."
Notatið hjá Landsbankanum er skrivað í oktober, men er ikki blivið alment fyrr enn nú.
Hósdagin, dagin fyri at politiska semjan um at fara undir Suðuroyartunnilin varð undirskrivað í Tinganesi, boðaði Almanna- og heilsumálaráðið frá, at pensjónsaldurin eftir ætlan skal hækka upp í 70 ár, árini frá 2035 til 2042. Endamálið við tí er at betra um haldførið í føroyska búskapinum, skrivar aðalráðið.
Tað eydnaðist ikki at fáa Landsbankan at útdýpa niðurstøðurnar í notatinum í dag.