Marine Harvest nøgt við Føroyar

Marine Harvest nøgt við Føroyar
Nógv besta úrslitið hjá felagnum stavar frá alingini í Føroyum
 
24.10.2013 - 11:10

Laksaalingin í Føroyum er ein góð forrætning fyri stóru norsku alifyritøkuna Marine Harvest.

Í gjár varð roknskapurin fyri triðja ársfjórðing lagdur fram í Oslo, og her kundi Alf-Helge Aarskog, aðalstjóri, upplýsa, at fyritøkan vann 20,58 krónur fyri hvørt kilo av laksi, sum verður framleitt í Føroyum.

- Eg eri serstakliga væl nøgdur við avrikið hjá føroysku deild okkara, sigur stjórin Alf-Helge Aarskog við portal.fo.

Marine Harvest hevur alistøðir í Sundalagnum, Funningsfirði og Oyndarfirði.

Úrslitið upp á 20,58 krónur fyri kg er munandi betri enn hvat Bakkafrost kundi vísa á í øðrum ársfjórðingi.

Næstbesta úrslitið hjá Marine Harvest fingu tey í Skotlandi, har teir í meðal fingu 16,47 norskar krónur úr hvørjum kilo.

Síðan kemur Kanada við 10,92 krónur pr kg.

Heima í Noregi fær fyritøkan 9,96 krónur fyri kiloð.

Í Kili gongur framvegis striltið við at fáa úrtøku burturúr, ikki bara hjá Marine Harvest, men allari vinnuni.

Marine Harvest Chile fekk 1,68 krónur úr hvørjum kilo.

Vánaligasta úrslitið hevði Írland har undirskotið var 12,89 krónur fyri hvørt selt kilo.

Trupulleikar við sjúku nívir írsku vinnuna, skrivar portal.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Leygardag 4. apríl
Morgunlestur leygardagur 4.apríl 2026
205933
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563