Kommunur skulu fáa allan skattin

Kommunur skulu fáa allan skattin
Næsta vár kemur væntandi lógaruppskot um, at kommunan, har sum húsið er, fær allan skattin av húsleiguni
Kommunan, har sum húsini eru, skal fáa allan skattin av húsleiguni (tilvildarlig mynd).k
 
14.11.2024 - 06:18

Næsta vár kemur væntandi lógaruppskot um, at kommunan, har sum húsið er, fær allan skattin av húsleiguni.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um skatt av leiguinntøkum.

Nú er skipanin tann, at er talan um bruttohúsaleigu, fær kommunan, har húisini eru, sín part, 45 prosent.

Tá talan er um uppgerð av húsaleigu við roknskapi, mugu fólk siga TAKS frá, at ognin ikki er í bústaðarkommununi.

Um hetta verður upplýst, hevur TAKS møguleika at tryggja, at skatturin fer til atvinnukommununa, sum kommunan eitur, har húsini eru, sigur landsstýriskvinnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493