Atkvøða í dag um størri játtan til Fámjinsbergholið

Atkvøða í dag um størri játtan til Fámjinsbergholið
Fíggjarnevndin er samd um at játta 33 milliónir aftrat til berghjolið
Løgtingið fer í dag at samtykkja at játta 33 milliónir kr. aftrat til Fámjinsbergholið
Mynd: J&K Contractors  
 
14.11.2024 - 09:36

Tingið fer í dag at atkvøða um eykajáttanarlógina fyri september og um at lata fleiri pengar til Fámjinsbergholið.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at taka undir við uppskotinum hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, um at lata 33 mió. kr. meira til Fámjinsbergholið.

Eykajáttanin verður 8,1 millión krónur minni enn í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum broytti uppskotið til 75,4 milliónir krónur.

Tað var 83,5 milliónir.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334