Svenska kirkjan fleiri limir

Svenska kirkjan fleiri limir
Fyri fyrstu ferð í fleiri ár hevur Svenska kirkjan fingið fleiri limir, og tað eru serliga tey ungu, ið melda seg inn.
Svenska kirkjan hevur fram til endan á septembur fingið yvir 10.200 nýggjar limir
Mynd: Kyrka&Folk  
 
16.11.2024 - 18:37

- Hetta er týðiliga eitt nýtt rák, sigur Jonas Bromander, dosentur í átrúnaðarsosiologi við svenska sjónvarpið.

Fram til endan á septembur hava 10.201 fólk valt at lima seg inn í Svensku kirkjuna, vísa nýggjastu hagtølini.

Hetta er ein greiður vøkstur, tí alt árið í 2023 var limatilgongdin 10.889 fólk.

Jonas Bromander heldur, at tað serliga eru tríggir bólkar av fólkum, sum melda seg inn í Svensku kirkjuna.

- Tað eru fyrrverandi limir, sum hava gjørt av at melda seg inn av nýggjum, og so eru tað innflytarar og ungfólk, sum verða konfirmerað, heldur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155