Norðurmakedónia - Føroyar: Hallur byrjar á miðvøllinum

Norðurmakedónia - Føroyar: Hallur byrjar á miðvøllinum
Hallur Hansson spælir fyri føroyska fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð í hálvtriðja ár. Miðvallarin telist millum seks broytingar í byrjanaruppstillingini
Hallur Hansson byrjar inni fyri Føroyar fyri fyrstu ferð í hálvt triðja ár
Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF  
 
17.11.2024 - 12:05

Eftir nærum hálvt triðja ár skal liðskiparin, Hallur Hansson, aftur tørna út fyri føroyska fótbóltslandsliðið.

Miðvallarin hevur havt álvarssaman knæskaða, men hevur spælt meir og meir síðan í summar, og byrjar inni í Nations League-dystinum ímóti Norðurmakedónia.

Fleiri aðrar broytingar eru í byrjanaruppstillingini. Bárður á Reynatrøð avloysir Teir Matras Gestsson í málinum, meðan Jann Benjaminsen spælir høgri vongverji fyri Jóannes Kalsø Danielsen.

Hanus Sørensen, Meinhard Olsen og Hallur Hansson koma inn á miðjuna fyri Jóannes Bjartalíð, René Shaki Joensen og Adrian Justinussen, og í álopinum avloysir Petur Knudsen Páll Klettskarð.

Føroyar: Bárður á Reynatrøð; Viljormur Davidsen, Andrias Edmunsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Kalsø Danielsen; Meinhard Olsen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Hanus Sørensen; Petur Knudsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053