KAF: Heilsuhjálparar krevja størri lønarlyft, enn vit kunnu lata

KAF: Heilsuhjálparar krevja størri lønarlyft, enn vit kunnu lata
Heilsuhjálparar fáa sama karm og somu prosent, sum onnur fakfeløg hava fingið, sigur formaðurin í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2024 - 14:07

Heilsuhjálparafelag Føroya vil hava eitt munandi størri lønarlyft, enn Kommununala arbeiðsgevarafelagið kann geva. 

Tað sigur Per Martin Gregersen, formaður í KAF. 

Sí eisini: Samráðingarnar snúgva seg fyrst og fremst um lønina

Hann sigur, at heilsuhjálparar fáa sama karm og somu prosent, sum onnur fakfeløg hava fingið.

Per Martin Gregersen vísir aftur, at kommunurnar eru trekar at geva heilsuhjálparum lønarlyft.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22112024_Per_Martin

 

Sáttmálin hjá Heilsuhjálparafelagnum fór úr gildi 1. oktober. 

Fundur verður aftur millum partarnar 4. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329