Útrokningarhátturin verður ikki broyttur

Útrokningarhátturin verður ikki broyttur
D’Hondt útrokningarhátturin tryggjar, at mandat verða býtt lutfalsliga í mun til atkvøður, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum
Á kommunuvali verður D’Hondt útrokningarhátturin brúktur, og tað verður kki broytt. (Savnsmynd)
 
28.11.2024 - 08:37

Ongar ætlanir um at broyta mátan, sum atkvøðurnar á kommunuvalinum verða roknaðir út. 

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann fyri Tjóðveldi.

Tað er tann sokallaði D’Hondt útrokningarhátturin, sum hevur verið brúktur at gera upp valúrslit og býta mandat. 

Landsstýrismaðurin sigur, at D’Hondt útrokningarhátturin tryggjar, at mandat verða býtt lutfalsliga í mun til atkvøður.

 

Fyrimunur fyri størru flokkarnar

Tað var Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, sum vísti á, at roknihátturin, sum verður brúktur í sambandi við kommunuval, er til beinleiðis fyrimun fyri størru flokkarnar. 

Hann nevndi sum dømi, at til kommunuvalið í Havn merkti hetta, at størsti flokkur, Tjóðveldi fekk fýra umboð, men hevði sami rokniháttur verðið brúktur sum til Løgtingið, hevði hann fingið trý umboð. Og av tí sama fekk Framsókn einki umboð í Tórshavnar býráð.

Í Klaksvík fekk Fólkaflokkurin fimm umboð. Men varð sami rokniháttur brúktur sum til Løgtingið, hevði Fólkaflokkurin fingið fýra umboð og Javnaðarflokkurin hevði fingið ein býráðslim afturat og hevði sostatt fingið tveir býráðslimir í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392