Ódnarveður og nógvur kavi ávirkar Altingsvalið í Íslandi

Ódnarveður og nógvur kavi ávirkar Altingsvalið í Íslandi
Tað kann koma upp á tal, at økisvalnevndirnar velja at útseta valið seinni í kvøld vegna veður, sigur Hanna í Horni, sendikvinna í Íslandi
 
30.11.2024 - 18:34

Altingsval er í Íslandi í dag, og orsøkin til valið í dag er, at samgongan hjá Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, legði frá sær miðskeiðis í oktober, sum avleiðing av innanhýsis stríði.

Fyrstu valhølini lótu upp klokkan níggju í morgun lokala tíð, og lata aftur klokkan tíggju í kvøld. 

Men vegna ódnarveður og nógvan kava - serliga í eysturlandinum, so bleiv boðað frá frammanundan, at valið kundi útsetast, verður veðrið ov keðiligt.

Landsnevndin í Íslandi hevur latið avgerðina út til økisvalnevndirnar at taka avger um, at valið kann útsetast summastaðni, og tað er ikki fallið í góða jørð hjá øllum.

ES kann aftur koma upp á tal
Veljarakanningar fyrr í mánaðinum vístu, at Sosialdemokratarnir fór at fáa bestu undirtøku við 22 prosentum. Næststørstur var høgravenda liberala Viðreisn, sum hevur klintrað spakuliga uppeftir í veljarakanningum.

Hesir báðir flokkar eru fyri ES-limaskapi, og gitingar eru um, hvørt valið fer at elva til eitt nýtt ES-kjak í Íslandi, nú hækkandi prísir, høgar rentur og aðrar búskaparligar avbjóðingar hava elvt til ónøgd við verandi stjórn í Íslandi.

Hanna_i_Horni_-_val_i_Islandi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
203980
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882