Jóhannis Joensen: Vit eiga at viðgera frágreiðingina um Húsalánsgrunnin

Jóhannis Joensen: Vit eiga at viðgera frágreiðingina um Húsalánsgrunnin
- Vit vita, at tað vóru avbjóðingar við langtíðarhaldførinum og at átøk eru sett í verk, men vit vita enn ikki, hvussu tey rigga, sigur løgtingsgranskoðarin
 
08.12.2024 - 15:47

Løgtingsgranskoðarirnir hava lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at fáa frágreiðingina, sum landsgranskoðanin fyri um Húsalánsgrunnin til viðgerðar í løgtinginum. 

Løgtingsgrannskoðararnir fingu í mars í ár eina frágreiðing frá landsgranskoðanini um Húsalánsgrunnin. 

Frágreiðingin fekk løgtingsgrannskoðararnar at stúra fyri fíggjarliga haldførinum hjá Húsalánsgrunninum, og tí heittu teir m.a. á grannskoðaran hjá Húsalánsgrunninum Januar um at gera eina frágreiðing, sum lýsir langtíðarhaldførið hjá Húsalánsgrunninum. 
 
Í mai 2024 fingu løgtingsgrannskoðararnir frágreiðingina frá Januar.

Hendan frágreiðingin, saman við frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, hevur sannført løgtingsgrannskoðararnar um, at avbjóðingar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum, stendir millum annað í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar.

Tað er ikki óvanligt at frágreiðingar koma til viðgerðar í tinginum, og málið er at viðgera tær avbjóðingar sum eru við Húsalánsgrunninum og finna loysnir, sigur Johannis Joensen formaður hjá løgtingsgranskoðarunum

 

Johannis_til_net

Í uppskotinum stendir millum annað, at Løgtingsgrannskoðararnir átala, at skiftandi landsstýrisfólk ikki hava livað upp til sína eftirlitsskyldu við Húsalánsgrunninum. 

Haraftrat verður mælt til at rætta upp á viðurskiftini, sum víst er á í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini.

Uppskotið verður lagt fram til 1. viðgerð í Løgtinginum týsdagin 10. desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
209322
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207