Frælsisdagur í skugganum av krígnum

Frælsisdagur í skugganum av krígnum
Ukraina hátíðarheldur í dag 35 ára frælsisdagin. Men úti við hermótið í Eysturukraina er lítið, sum minnir føroyska hermannin Bjørn Kallsoy á, at talan er um ein hátíðardag
Fleiri stjórnarleiðarar hava vitjað í Kyiv í dag í samband við, at tað eru 35 ár síðan, at Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2026 - 19:56

Í dag eru 35 ár liðin, síðani Ukraina gjørdist sjálvstøðugt og fór úr Sovjetsamveldinum 24. august 1991.

Hetta er fjórða árið á rað, at frælsisdagurin verður hildin, meðan Ukraina er í kríggi við Russland.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði í røðu í dag, at Ukraina vil hava frið, men ikki fer at geva seg yvir fyri Russlandi. Samstundis heitti hann á umheimin um framhaldandi stuðul.

Fleiri evropeiskir stjórnarleiðarar hava vitjað Ukraina í sambandi við frælsisdagin, og fleiri lond hava boðað frá nýggjum hernaðarligum stuðli.

Føroyingurin Bjørn Kallsoy er hermaður í Eysturukraina. Hann hevur í dag koyrt útgerð út til hermótið og sigur, at har merkist lítið til hátíðarhaldið.

Bjorn_Kallsoy_35_ar_1

 

Hann sigur samstundis, at boðskapurin hjá Zelenskyj um, at Ukraina ikki fer at geva seg yvir, eisini er hugburðurin millum hermenninar, sum hann er saman við.

Bjorn_Kallsoy_35_ar_2
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086