Skal økispsykiatriin vera fyri alt landið?

Skal økispsykiatriin vera fyri alt landið?
Tað vil Sirið Stenberg hava Karsten hansen, landsstýrismann at svara uppá
 
28.10.2013 - 10:55

Hvørjar ætlanir eru at útbyggja økisspkykiatriina til at fevna øll øki í landinum, og hvat er tíðarætlanin.

Tað vil Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni.

Hon hevur boðað frá einum skrivligum fyrispurningi um málið.

Sirið Stenberg vil eisini hava at vita, um psykiatriska økið fær størri játtan næsta ár, og um virksemið á psykiatriska deplinum verður víðkað.

Sirið Stenberg vísir á, at ein norðurlendsk livikorskanning vísir, at psykiatriskir sjúklingar liva 15-20 ár styttri enn onnur.

Føroyskir sjúklingar eru ikki við í kanningini, men serfrøðin heldur ikki, at støðan er øðrvísi í Føroyum.

Har eingin økispsykiatri er, verður størri trýst lagt á aðrar skipanir, eitt nú kommunulæknar og heimasjúkrarøktarfrøðingar, sigur Sirið Stenberg.

Hon heldur, at ein psykiatrisk skaðastova kundi eisini tikið sær av sálarligari krepputilbúgving og telefonráðgeving, sum sjúklingar og avvarðandi kundu vent sær til.

Løgtingið fer á næsta fundi at taka støðu til, um fyrispurningurin skal svarast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329