Umsetningurin í alivinnuni 36 milliardir seinastu fimm árini

Umsetningurin í alivinnuni 36 milliardir seinastu fimm árini
Íløgur eru gjørdar fyri 10,6 milliardir
Vinningsbýtið í alivinnuni seinastu fimm árini hevur verið tvær milliardir kr.
 
11.12.2024 - 08:37

Alivinnan í Føroyum, Bakkafrost, Mowi Faroes og Luna, umsetti fyri góðar 36,1 milliard krónur seinastu fimm árini.

Tá er 2024 ikki talt við.

Íløgur eru gjørdar fyri 10,6 milliardir.

Og tað loysir seg at eiga partabrøv í alivinnuni, tí vinningsbýtið seinastu fimm árini hevur verið næstan tvær milliardir.

 

2,4 mia. í skatti og avgjøldum

Alivinnan rindaði frá 2019 til 2023 2,4 milliardir krónur í skattum og avgjøldum.

Hóast ymsar avbjóðingar hava verið í ár, eru útlitini sum heild góð fyri tað, sum eftir er av 2024. 

Tølini og upplýsingarnar eru í frágreiðingini um alivinnuna, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið í gjár.

Aðalorðaskifti verður í tinginum í morgin.

Les frágreiðingina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815