Á Breddanum: Sosialu miðlarnir skulu rudda upp eftir sær sjálvum

Á Breddanum: Sosialu miðlarnir skulu rudda upp eftir sær sjálvum
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum, verður spurt í sendingini í dag
 
12.12.2024 - 08:44

Facebook, Google, TikTok og Snapchat. 

Talgildir pallar, sum flest allir føroyingar brúka hvønn dag til at hitta onnur, skapa vinarbond, keypa og selja, deila viðkvæmar upplýsingar, skipa fyri tiltøkum o.s.fr.

Men eisini pallar, sum í stóran mun eru uttan fyri lóg- og landaskil.

Eitt nýmótans wild west, har ymiskt verður framt, sum ikki tolir dagsins ljós. 

Men nú skal vend koma í. 

 

Norðurlendskir løgmálaráðharrar høvdu fyrr í vikuni fund um tøknirisarnar. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tað skal ruddast upp - og tøknirisarnir sjálvir skulu standa fyri tí arbeiðinum. 

Tað er boðskapurin frá teimum norðurlendsku løgmálaráðharrunum, sum fyrr í vikuni gjørdu eina yvirlýsing um evnið.

Men letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum?

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816