Arbeiðsgevarafelagið: Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki búgvið

Arbeiðsgevarafelagið: Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki búgvið
Føroya arbeiðsgevarafelag skrivar í hoyringarskrivi um Suðuroyartunnilin, at lógvar uppskotið, sum tað er nú, er ikki búgvið at leggja fyri løgtingið
 
16.12.2024 - 11:42

Lógaruppskotið um Suðuaroyartunnilin, sum tað er nú, er ikki búgvið at leggja fyri løgtingið

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag í sínum hoyringarskrivi.

Felagið fegnast um langtíðarloysnina, men verkætlanin er ikki nóg búgvin til lógaruppskot.

 

Kjak vantar

Tað tykist ikki skilagott at taka avgerðina uttan nakað politiskt og samfelagsligt kjak, um tað búskaparliga er ráðiligt at fara undir ætlanina, um alternativar loysnir, eitt nú um, hvør linjuføring er tann besta, og hvussu vit fáa sum mest av samfelagsgagni burturúr íløguni.     

Samanumtikið mælir arbeiðsgevarafelagið politisku skipanini til at meta nærri um aðrar linjuføringar, serliga við atliti til samfelagsbúskaparligt úrslit, skipan av ferðsluni og umhvørvislig og fagurfrøðilig atlit.

Felagið vísir eisini á, at Landsverk og partafelagið Suðuroyartunnilin ikki eru samd um kostnaðarmetingina.

 

>>Sí eisini: Lógaruppskot við fylgiskjølum

 

Tveir triðingar av fíggjarlógini

Tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vóru gjørdir, svaraðu teir til 10-12 prosent av útreiðslunum í fíggjarlógini og trý til fýra prosent av BTÚ.

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin svaraðu tilsamans til helvtina av fíggjarlógini og 12 prosent av BTÚ.

Kostar Suðuroyartunnilin fimm milliardir krónur, svarar hann til tveir tríðingar av fíggjarlógini og 17 prosent av BTÚ, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815