Paul Watson verður leyslatin

Paul Watson verður leyslatin
Kendi umhvørvisatgerðarmaðurin Paul Watson, ið seinasta hálva árið hevur sitið varðhaldsfonglaður í Grønlandi, verður ikki útflýggjaður Japan, men verður leyslatin
Mynd: Sermitsiaq  
 
17.12.2024 - 10:45

Hin í Føroyum so víðagitni umhvørvisatgerðarmaðurin Paul Watson sleppur eftir øllum at døma at halda jól sum ein fríur maður. 

Danmark fer ikki at útflýggja Japan Paul Watson. 

Tað staðfestir sakførarin hjá Paul Watson, Jonas Christoffersen, við DR.dk. 

Paul Watson, sum í fleiri umførum hevur verið í Føroyum og mótmælt grindadrápið, hevur seinastu fimm mánaðirnar siti varðhaldsfongslaður í Grønlandi. 

Men nú er løgreglan ávegis til fongslið Anstalten í Grønlandi við boðum um at lata Paul Watson leysan, sigur sakførarin. 

"Eg havi allatíðina hildið, at talan var um eina sak um smálutir, sum á ongan hátt kundi vera grundarlag undir einari útflýggjan," sigur Jona Christoffersen við DR.dk.

"Eg vænti, at Paul Watson fer við fyrsta flogfari til Frakland, har hann fer at halda jól saman við familjuni," leggur sakførarin afturat. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776