Føroysku kvoturnar í Barentshavinum minka tilsamans 2.800 tons næsta ár

Føroysku kvoturnar í Barentshavinum minka tilsamans 2.800 tons næsta ár
Næsta ár kunnu føroysk skip fiska alla toska- og hýsukvotuna í norska partinum av Barentshavinum, um tað loysir seg best, men kvoturnar eru nógv minkaðar afturfyri
 
17.12.2024 - 14:05

Føroyska kvotan í norska partinum av Barentshavinum verður 3910 tons av toski, 980 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum.

Afturfyri sleppa norsk skip at fiska 5150 tons av makreli, 2500 tons av longu og blálongu, 1400 tons av brosmu og 600 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi.

Herfyri undirskrivaðu Føroyar og Russland fiskiveiðiavtalu fyri 2025.

Tann avtalan loyvir føroyskum skipum at fiska 7445 tons av toski, 1000 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4000 tons av rækju í russiskum sjógvi.

Afturfyri sleppa russisk skip at fiska 75.000 tons av svartkjafti, 8080 tons av makreli og 5800 tons av sild í føroyskum sjógvi, umframt at russisk skip sleppa at fiska part av síni svartkjaftakvotu í altjóða sjógvi inni í føroyskum sjógvi. 

 

Kunnu fiska alt í norska partinum av Barentshavinum

Nú fiskiveiðiavtala er undirskrivað, bæði við Russland og Norra, boðar Fiskimálaráðið frá, at føroysku skipini í Barentshavinum næsta ár fáa møguleika at fiska allar sínar kvotur av toski og hýsu inni í norska partinum av Barentshavinum. Tilsamans er talan um 8445 tons.

- Tað gevur møguleika at fiska kvoturnar á teimum leiðum, har tað lønar seg besta at fiska, ymsu tíðarskeiðini á árinum, sigur Fiskimálaráðið. 

Tað er tó ikki nakað nýtt, at kvotur kunnu flytast úr russiska yvir í norska partin av Barentshavinum.

Í ár kunnu 6700 tons av kvotu flytast úr russiska yvir í norska partin.

 

Botnfiskastovnurin er illa fyri

Fyrr í ár boðaðu Russland og Norra frá, at heildarkvoturnar í Barentshavinum minka munandi, tí botnfiskastovnarnir eru illa fyri. 

Og nú Føroyar hava gjørt fiskiveiðiavtalur við bæði londini, ber til at staðfesta, at føroyska toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum lækkar smá 24 prosent og í norska partinum 10 prosent.

Samanlagt kunnu føroysk skip fiska 11.355 tons av toski, 1980 tons av hýsu, 4000 tons av rækju og 1800 tons av øðrum fiskasløgum í Barentshavinum. Tilsamams 19.135 tons.

Tað er væl minni enn samlaðu Barentshavskvoturnar í ár. Fiskiveiðiavtalurnar við Russland og Norra geva føroyskum skipum tilsamans 21.938 tons at fiska í Barentshavinum í ár. 

Minkingin er 2800 tons.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491