Rentan hækkar og lækkar ikki tað sama í Føroyum

Rentan hækkar og lækkar ikki tað sama í Føroyum
evropeiski miðbankin og síðan danski tjóðbankin lækka renturnar
Jean Djurhuus, forstjóri í Betri banka.
 
23.12.2024 - 08:40

Orsøkin til, at rentan ikki lækkar líka nógv sum rentan hjá danska tjóðbankanum er, at tá rentan byrjaði at hækka í 2022 og endaði við at hækka við umleið fýra prosentum, tá hækkaðu føroysku peningastovnarnir ikki rentuna líka nógv

Tað sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, tá vit spyrja hann, hví bankarnir halda aftur, tá fyrst evropeiski miðbankin og síðan danski tjóðbankin lækka renturnar.

Í tíðindunum leygarkvøldið var eitt innslag um rentulækkingar og í tí varð tosað um júst hetta fyribrigdi, at føroysku bankarnir ikki lækka renturnar líka nógv sum miðbankin og tjóðbankin.

Nýggjasta rentulækkingin er tann fjórða í ár, men har miðbankin og tjóðbankin hava lækkað rentuna við einum prosenti tilsamans, hava føroysku peningastovnarnir lækka sína rentu við 0,8 prosentum tilsamans.

Forstjórin í Betri Banka leggur afturat, at av tí at útláns- og innlánsrenturnar fylgjast, so hevur munurin við sær, at tey sum hava pengar standandi á bók fáa eitt betur avkast av tí rentan ikki lækkar líka nógv sum rentan hjá Tjóðbankanum.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357