Aliloyvi fara at kosta meira

Aliloyvi fara at kosta meira
Kunngerð, sum kemur í gildi á nýggjárinum, sigur, at fyri at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald, sum er 50.000 kr. 
Aliloyvi fara at kosta meira.
 
23.12.2024 - 12:14

Nú verður dýrari at hava aliloyvi.

Kunngerð, sum kemur í gildi á nýggjárinum, sigur, at fyri at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald, sum er 50.000 kr. 

Gamla gjaldið var 12.000 kr. Tað kom í 2011. 

Tá hækkaði tað úr 8.000 krónum. Og tað gjaldið kom í 2009. 

Loyvi at ala tara kostar 15.000 kr. um árið.

Loyvishavi, sum ikki hevur vinnuligt aliloyvi, kann fáa undantak at rinda.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541