Elbilar nærkast helvtini av søluni

Elbilar nærkast helvtini av søluni
45 prosent av nýggju akførunum, ið eru seld í Føroyum seinastu 11 mánaðirnar, eru elbilar
Feiri og fleiri bilar brúka streym i staðin fyri bensin ella diesel.
 
27.12.2024 - 12:49

45 prosent av nýggju akførunum, ið eru seld í Føroyum seinastu 11 mánaðirnar, eru elbilar.

Talið av seldum elbilum er vaksið. 658 nýggir el-bilar eru seldir seinast 11 mánaðirnar. Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni.

Men taka vit samlaða talið av nýggjum seldum akførum seinastu 11 mánaðirnar, er talið lækkað munandi í ár. Tilsamans eru 1452 nýggj akfør seld. Tað er 433 færri samanborið við fyrstu 11 mánaðirnar í fjør.

 Á nýggjárinum fáa fólk ikki eins nógv afturborið av meirvirðisgjaldinum, um tey keypa sær elbil og samstundis verða virðisgjøldini á el-bilunum hækkað. Tað verður gjørt yvir nøkur ár.

Gularótini hjá fólki at sleppa bíligari, um tey leggja um til ein sokallaðan 'grønan bil', dettur sostatt burtur um nøkur ár.  

Wenzel hevur lagt merki til, at kundarnir hava eftirspurt el-bilum.

Kringvarpið hevur eisini tosað við aðrar bilsølur, sum tó ikki vilja gera bandaða samrøðu, men tær siga, at tær hava merkt ein størri eftirspurning eftir elbilum í desember, tí fólk vita, at elbilurin kanska verður eitt sindur dýrari eftir nýggjár.

1716752

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974