Kongressin skal góðkenna úrslitið av forsetavalinum

Kongressin skal góðkenna úrslitið av forsetavalinum
Fyri fýra árum síðani var ruðuleiki, tí Trump-stuðlar vildu forða kongressini at viðurkenna valsigurin hjá Joe Biden
Kongressin fer í dag at góðkenna sigurin hjá Donald Trump á forsetavalinum í november.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.01.2025 - 09:22

Amerikanska kongressin skal í dag alment góðtaka valúrslitið frá november, tá Donald Trump vann á Kamalu Harris um at gerast næsti amerikanski forseti.

Seinast, kongressin skuldi gera hetta, var 6. januar í 2021, fyri júst fýra árum síðan. Tá endaði tað í ruðuleika, tí Trump-stuðlar vildu forða kongressini í at viðurkenna valsigurin hjá Joe Biden.

So galið verður tað neyvan hesaferð. Størsti ruðuleikin kann vera ferðsluruðuleiki, tí veðurforsøgnin sigur, at ein ógvuslig kavaódn rakar amerikansku eysturstrondina í dag.

- Vallógin krevur, at hetta verður gjørt 6. januar klokkan 13.00, so kavaódn ella ikki, so vera vit í kongressini og syrgja fyri, at hetta verður gjørt, sigur talsmaðurin hjá Umboðsmannatinginum, republikanarin Mike Johnson, við Fox News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815