Nýggjur landbúnaðarpolitikkur á veg

Nýggjur landbúnaðarpolitikkur á veg
Uppskot er gjørt um landbúnaðarpolitikkin árini 2025 til 2035
Nógvar broytingar skulu gerast í landbúnaðinum.
 
07.01.2025 - 06:46

Løgtingið verður biðið um at taka undir við, at landsstýrið fer undir at fremja málini, sum eru  í landbúnaðarpolitikkinum næstu 11 árini.

Uppskot er gjørt um landbúnaðarpolitikkin árini 2025 til 2035.

Yvirskipaða endamálið er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar við burðardyggum, heilsugóðum, stuttfluttum og staðbundnum landbúnaðarvørum.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eigur uppskotið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Dentur skal leggjast á at menna landbúnaðarvørur og framleiðsluna, so føroyskar matvørur í royndum kunnu kappast við innfluttar matvørur. 

Broytingar skulu gerast í nøkrum lógum.

Tær eru lógin um Visit Faroe Islands, búnaðargrunn, landbúnaðarstuðul og lógini um landsjørð.

Uppskotini eru til hoyringar til 3. februar.

Les meira her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334