Fer at tosa við kommunurnar um grundstykkjaprís

Fer at tosa við kommunurnar um grundstykkjaprís
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, endurtekur, at hann er sinnaður at kanna, um kommunur ikki kunnu selja grundstykki fyri marknaðarprís, sum er lægri enn kostprísurin
Tað kostar nógv at gera grundstykki byggibúgvið.
 
17.01.2025 - 06:18


Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, endurtekur, at hann er sinnaður at kanna, um kommunur ikki kunnu selja grundstykki fyri marknaðarprís, sum er lægri enn kostprísurin.

Tað ger hann í svari til Hervør Pálsdóttur, tingkvinnu.

Nógv rok var stutt fyri jól í fjør, tá Kommunala eftirlitið segði, at tað er ikki í lagi at selja grundstykki fyri minni enn tey kosta at gera byggibúgvin.

Tórshavnar býráð samtykti í fjør at selja grundstykki í Kollafirði fyri 500.000 krónur, hóast metti kostprísurin, tað er at gera tey byggibúgvin, var 780.000 krónur.

Samtyktin er ikki í samsvari við meginreglurnar um at selja kommunalar fastognir og almennu aðalrættarregluni í kommunufulltrúini, sum áleggur kommunum at virka fíggjarliga ráðiligt, segði Kommunala eftirlitið. 

Ikki fíggjarliga forsvarligt

Tað er ikki at meta sum ein fíggjarlig ráðilig avgerð at fara undir at útstykkja og gera lendið byggiklárt væl vitandi, at ein møgulig søla ikki javnvigar við útreiðslurnar hjá kommununi.

Tað er, tá kommunan veit, at marknaðarprísurin er nógv minni enn metti kostprísurin, segði Kommunala eftirlitið.

Landsstýrismaðurin, sum varðar av Kommunala eftirlitinum, sigur, at hann fer at tosa við kommunurnar um grundstykki í næstum.

Endamálið er at kanna, um til ber at broyta reglurnar, so kommunurnar lógliga kunnu selja grundstykki fyri marknaðarprís, sum er lægri enn kostprísur.

Hann sigur seg hava fingið at vita frá kommunum, at tær hava ringt við at sleppa av við grundstykki, um tey skulu seljast fyri tað, tey kosta at gera byggibúgvin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650