Prísirnir á bústøðum hækka eisini í ár

Prísirnir á bústøðum hækka eisini í ár
Miðalprísurin fyri sethús í miðstaðarøkinum er 3,9 mió. kr. og 3,1 millión fyri íbúðir
Prísirnir á sethúsum og íbúðum í Føroyum settu met í 2024. (Savnsmynd)
 
17.01.2025 - 08:40

Prísirnir á sethúsum og íbúðum í Føroyum settu met í 2024.

Tað sigur Skyn.

Nú er miðalprísurin fyri sethús í miðstaðarøkinum 3,9 mió. kr. og 3,1 millión fyri íbúðir.

Í størru økjunum er miðalprísurin 2,3 mió. kr., í smærru økjunum er miðalprísurin 2 mió. kr., og í suðurøkinum er miðalprísurin 1,1 mió. kr.

 

 

Hækka aftur í ár

Útlitini fyri 2025 benda á, at prísirnir halda fram at hækka í ár, sigur Petur Mohr Niclasen, stjóri í Skyni.

Tjóðbankin sigur, at um rentan hækkar ella lækkar eitt prosentstig, hækka ella lækka miðalprísirnir á húsum sum frá líður 12 prosent.

Í løtuni lækkar rentan, so sethúsaprísurin hækkar.

 

Petur Mohr Niclasen.

 

Ov fáir bústaðir

Petur Mohr Niclasen sigur, at tað er vorðið truplari at koma á bústaðarmarknaðin.

Tað er greið ábending um, at ov fáir bústaðir eru til keyps, og at ov lítið verður bygt, sigur hann.

Tjóðbankin hevur nýliga greinað føroyska bústaðarmarknaðin og staðfestir, at prísgongdin í tíðarskeiðinum 2013 til 2023 kann í stóran mun skiljast út frá rentugongdini, reallønargongdini og útboðnum. 

Tjóðbankin metir tí ikki, at prísirnir eru yvirmettir sigur Skyn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329