Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta alment starvsfólk

Treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta alment starvsfólk
Dømdi maðurin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin
Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan 40 dagar í fongsul.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
18.01.2025 - 12:20

Ein maður fyrst í 50'unum er í Føroya rætti dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta alment sett starvsfólk.

Maðurin hevur í telefonsamrøðu við eitt starvsfólk í einum banka hótt starvsfólk á Taks við at siga: 

- Einki forðar mær í at fara oman at drepa øll í Taks.

Og: 

- Fái eg ikki peningin nú, so brúki eg vápn.

Ákæruvaldið kravdi mannin dømdan 40 dagar í fongsul.

Maðurin hevur 14 dagar at umhugsa dómin.

Kriminalforsorgin ger av, nær maður skal inn at sita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961