Verður írskur forsætisráðharri fyri aðru ferð

Verður írskur forsætisráðharri fyri aðru ferð
Miðhøgra flokkarnir Fianna Fáil og Fine Gael skipa samgongu
Micheal Martin verður væntandi stjórnarleiðari í Írlandi - fyri aðru ferð.
 
22.01.2025 - 11:25

Micheál Martin verður í dag væntandi tilnevndur írskur forsætisráðharri fyri aðru ferð.

Tað hevur tikið góðar tveir mánaðir at skipa stjórn. 

Írska stjórnin er ein samgonga millum miðhøgra flokkarnar Fianna Fáil og Fine Gael. Tey hava eisini stuðul frá fleiri sjálvstøðugum umboðum.

Eftir fleiri vikur við samráðingum eru partarnir nú komnir á mál, og tjóðartingið fer seinnapartin at góðkenna Micheál Martin sum nýggjan forsætisráðharra.

Hann verður síðani formliga tilnevndur av Michael D. Higgins, forseta, áðrenn ráðharrarnir verða kunngjørdir.

Micheál Martin verður forsætisráðharri fyrstu trý árini av fimm ára valskeiðnum, meðan Fine Gael-floksformaðurin, Simon Harris, verður forsætisráðharri seinastu tvey árini. 

Andstøðuflokkurin Sinn Féin fekk 39 sessir á tjóðartinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598