Landsliðsvenjari verður helst settur í næstu viku

Landsliðsvenjari verður helst settur í næstu viku
Tilmæli er sent starvsnevndini við fimm nøvnum
Í næstu viku verður væntandi greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá A-landsliðnum.
Mynd: Fótbóltssambandið  
 
23.01.2025 - 08:22

A-landsliðið í fótbólti hjá monnum fær helst nýggjan venjara í næstu viku.

Umsitingin í fótbóltssambandinum hevur havt fólk til samrøðu, og tilmæli er nú sent starvsnevndini við fimm nøvnum - bara menn.

Starvsnevndin eigur evstu avgerðina, og hon verður, sum skilst, tikin í næstu viku.

Um jóltíðir segði forsetin í FSF, Christian Andreasen, at 15 venjarar tá vóru á bruttolistanum, og ein føroysk venjaraloysn ikki er óhugsandi.

Manslandsliðið skal spæla HM-undankappingardyst móti Kekkia 22. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715