Fríhandilssáttmáli við Kasakstan

Fríhandilssáttmáli við Kasakstan
Løgmaður fer mánadagin til Kasakstan at samráðast um fríhandilsavtalu.
 
01.11.2013 - 12:02

Mánadagin fara løgmaður og embætisfólk til Kasakstan at samráðast um at fáa ein fríhandilssáttmála í lag.

Russland er í tollsamgongu við m.a. Kasakstan, og tí heldur landsstýrið, at ein avtala við Kasakstan og onnur lond har á leiðini er eitt stig fram móti at fáa fríhandilssáttmálan við Russland undir land.

Tí fara løgmaður og embætisfólk til Kasakstan at tingast um fríhandilsavtalu.

Ferðin, sum varir fimm dagar, gongur eisini til Russlands, har fundur verður í Moskva við russiska varauttanríkisráðharran, Vladimir Titov.

Løgmaður sigur, at Føroyar skulu eisini hava fríhandilsavtalur við onnur lond í tollsamgonguni, m.a. Hvíta Russland, og eisini stendur Ukraina á arbeiðsskránni hjá uttanríkistænastuni hjá løgmanni.

Tað var í fjørheyst, eftir árliga ST-aðalfundin í New York, at handilsviðurskiftini millum Føroyar og Russland komu á dagsskrá.

Tá hitti Kaj Leo Holm Johannesen russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, og farið var undir arbeiðið at fáa í lag handilssáttmála við Russland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329