Stórpolitikkur: Vit mugu hava vinir, ið vilja doyggja fyri okkum

Stórpolitikkur: Vit mugu hava vinir, ið vilja doyggja fyri okkum
Verjusemjur eru góðar, men tað skal meira til. Tað sigur Robert Imre, stjórnmálafrøðingur á Setrinum.
30.01.2025 - 19:25

Ein lítil tjóð sum Føroyar má vita hvørjar vinir hon hevur. Ikki einans hvørjir grannar hon hevur. Ein tjóð má hava vinir, ið vilja hjálpa í kreppustøðu. Ein tjóð má hava vinir, ið vilja doyggja fyri hana.

Grannar eru góðir, góðir grannar eru enn betri, men tað er neyðugt við vinum. Tað sigur Robert Imre, stjórnmálafrøðingur og lektari á Setrinum. 

Hann heldur at verjusemjur og samstørv eru góð og neyðug, men hóast tað ikki nóg mikið, tá talan er um trygd. Vit mugu eisini verða fyrireikað um tað ringasta skuldi hent, og vit vera úti fyri álopi av onkrum slag.

Hvat hendir um fartelefonskipanin dettur niðurfyri? Ikki í ein ella tveir tímar. Hvat gert tú um tað verður í eina viku? Hvussu keypir tú inn?

Hvussu við samskiftinum millum fólk? Duga smáu børnini at skriva boð á pappír um tey hava tørv á tí? Ella vita fólk hvar tey skulu savnast, um tørvur verður á tí?

Stórpolitikkurin fyllur nakað í huganum hjá fólkunum, sum Dagur og Vika hitti á gøtuni í dag. Summi stúra.

Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum vitjar í sendingini.


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610