Vágbingur ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum

Vágbingur ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
- Tað hevur avgjørt sínar fyrimunir, at ein føroyingur nú er ovasti, sigur Bárður Fríði Sandá, sum er nýggi ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum
06.02.2025 - 19:17

Arktisk Kommando í Føroyum hevur fingið nýggjan ovasta.

Talan er um 48 ára gamla Bárður Fríða Sandá, sum er ættaður úr Vági, ið nú er ovasti fyri Arktisk Kommando í Føroyum, Forbindelseselement Færøerne - stytt FEF.

Bárður Fríði Sandá hevur búð í Danmark tey seinastu 27 árini, og hann sær tað sum ein stóran heiður, at hann nú er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum - og samstundis tann fyrsti føroyingurin, sum er ovasti í Arktisk Kommando, sambindingarelementinum, í Føroyum, síðan Færøernes Kommando varð niðurlagt í 2012.

Bárður Sandá sigur, at tað er ein fyrimunur, at tað nú er ein føroyingur, sum er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770