Samskiftið kundi verið greiðari

Samskiftið kundi verið greiðari
Samskiftið um arbeiðið við kunngerðini um norðhavssild og nær skipini ætlaðu til fiskiskap kundi havt verið greiðari. Tað staðfestir aðalstjórin í Fiskivinnumálaráðnum
Christian í Grótinum
 
11.02.2025 - 19:21

Á fundi í gjár vissaði aðalstjórin, Elin Mortensen,  Felagið Nótaskip um, at Ráðið altíð leggur seg eftir at leggja arbeiðið við kunngerðum soleiðis til rættis, at skipini sleppa til fiskiskap.

- Eins og stjórin í Felagnum Nótaskip skrivaði til Kringvarpið í gjár, kundi samskiftið ímillum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Felagið Nótaskip um at lýsa kunngerðina um norðhavssild havt verið greiðari frá báðum síðum. 

Tað skrivar aðalstjórin í ráðnum, Elin Mortensen, í telduposti til Kringvarpið í dag.

Bæði Ráðið og Felagið Nótaskip taka sostatt í egnan barm.

Við útvarpið ígjár segði stjórin í P/F Christiani í Grótinum, at óhepnar ásetingar í sildaavtaluni gera, at reiðaríið ikki fær eins nógva nyttu burturúr avtaluni við Noreg, sum tey høvdu ynskt. Hann vísti eisini á, at kunngerðin var lýst ov seint.

Dennis Holm, landsstýrismaður, segði hinvegin, at Fiskimálaráðið hevði ikki drálað, men hevði fingið at vita, at tað hevði ikki skund at lýsa kunngerðina. 

Og tað, sum var gjørt, var gjørt í tøttum samstarvi við Felagið Nótaskip, segði landsstýrismaðurin.

 

Fundur verið millum partarnar

Kringvarpið hevur biðið um innlit í samskiftið millum felagið og ráðið um kunngerðina um norðhavssild. Í telduposti í dag skrivar aðalstjórin millum annað:

"Talan hevur verið um nakrar styttri samrøður ímillum stjóran í felagnum Nótaskip og meg í januar, um nær kunngerðin fór at vera lýst. Eins og stjórin í Felagnum Nótaskip skrivaði til Kringvarpið í gjár, kundi tað samskiftið havt verið greiðari frá báðum síðum" skrivar Elin Mortensen.

Innlitið vísir, at ígjár var fundur millum stjóran í Felagnum Nótaskip, Páll Holm Johannesen, landsstýrismannin, Dennis Holm og  Elina Mortensen, aðalstjóra í Fiskivinnu og samferðslumálaráðnum.

Á fundinum varð samskiftið seinastu dagarnar um semjuna við Noreg um norðhavssild umrøtt, sæst á fundarfrásøgnini, sum aðalstjórin hevur skrivað undir.

Landsstýrismaðurin vísti til útsøgnina hjá stjóranum í P/F Christian í Grótinum um semjuna um norðhavssild við Noreg, sum varð undirritað hálvan desember. 

Hann vísti á, at felagið við fyrrverandi stjóranum hevur verið umboðað til allar samráðingarnar, og tætt samskifti hevur verið við umboð fyri vinnuna um gongdina í samráðingunum.

 

 

1725557


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329