Poul Andrias Ziska gevst í Koks og letur egna matstovu upp í Havn

Poul Andrias Ziska gevst í Koks og letur egna matstovu upp í Havn
Lokomotivið í framburðinum innan føroysku matstovuvinnuna, KOKS, skal hava nýggjan tokførara, tí stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska gevst og letur upp egna matstovu í Havn
KOKS skal hava nýggjan sjefkokk, tí føroyski stjørnukokkurin Poul Andrias Ziska er givin í matstovuni og letur upp egna matstovu, Paz, í Havn
 
14.02.2025 - 09:13

"Tíðin er búgvin til ein nýggja avbjóðing, ið leiðir meg aftur til Havnar, har eg eri føddur og uppvaksin."

Soleiðis byrjar heimskendi føroyski kokkurin Poul Andrias Ziska eitt uppslag á Instagram, har hann kunnger, at hann gevst í KOKS og letur egna matstovu upp í Havn. 

Matstovan, ið eitur Paz, fer at húsast í veghæddini í Hotel 62Nord á Doktara Jakobsens gøtu. 

 

Hoyr samrøðu, sum Tordis Vang Guttesen gjørdi við Poul Andrias Ziska í útvarpstíðindunum: 

14022025_Ziska

 

Vil miðsavna seg um føroyska matmentanina

Poul Andrias Ziska greiðir eisini í Instagram-uppslagnum frá, at seinastu árini hevur KOKS hildið til í Kirkjubø, Leynum og í Grønlandi, og at hesar upplivingarnar hava formað seg og eru nakað, ið hann ongantíð fer at gloyma. 

"At fara frá KOKS og øllum teimum ótrúligu upplivingunum, ið matstovan gevur mær, er ikki lætt, men løtan kennist sum tann rætta til eina broyting. Eg er sera takksamur fyri ferðina, fólkini og lærdómin, ið KOKS hevur givið mær hesi yvir tíggju árini, ið eg havi verið sjefkokkur."

Poul Andrias Ziska gloppar eisini dyrnar fyri, hvat fólk kunnu vænta sær frá Paz. 

"Hetta nýggja matævintýrið fer at geva mær størri støðuleika at miðsavna meg um tað, ið eg veruliga brenni fyri, nevniliga føroysku matmentanina og tær søgur, ið eg kann siga gjøgnum føroyska matin."

Tað ber til at fylgja við, hvat hendir í Paz, á heimasíðuni pazrestaurant.fo og á Instagram-vanganum hjá matstovuni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084