Fekk ongan tungan nevndarsess - fer nú í farloyvi

Fekk ongan tungan nevndarsess - fer nú í farloyvi
Ingilín D. Strøm verður fastur limur í rættarnevndini og varalimur í fíggjarnevndini
Ingilín D. Strøm er ikki nøgd við nevndarbýtið, og hon fer nú í farloyvi úr løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2025 - 13:02

Javnaðarflokkurin hevur valt limir í løgtingsnevndirnar av nýggjum.

Roknað var við, at Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinna, fór at fáa onkran tungan nevndarsess, men so var ikki.

Síðani Súsanna Bertholdsen fór í landsstýrið, hevur Ingilín D. Strøm verið fastur limur í rættarnevndini.

Og nú telvað var av nýggjum um nevndarsessirnar, varðveitir Ingilín D. Strøm sessin í rættarnevndini, og verður varalimur hjá Bjarna Hammer í fíggjarnevndini.

Uni Holm Johannesen, sum er limur í vinnunevndini, hevur fingið ein nevndarsess aftrat. Hann hevur fingið sessin, sum Kim Durhuus hevur havt í mentanarnevndini. Kim Durhuus er limur í trivnaðarnevndini. 

Umskipanin fall ikki í góða jørð hjá Ingilín Didriksen Strøm, sum hevði væntað sær meira:

 

20022025_Ingilin

 

Eyðgunn Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Løgtingskvinnan í Javnaðarflokkinum vildi ikki svara fleiri spurningum fyrrapartin.

Eyðgunn Samuelsen er forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.  Hon sigur soleiðis um málið:

 

20922025_Eydgunn

 

Ingilín Didriksen Strøm fekk næstflestar atkvøður hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum í 2022. Hon fekk 787 atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158