Byggiloyvi til Argja kirkju aftur fyri býráðið í dag

Byggiloyvi til Argja kirkju aftur fyri býráðið í dag
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, hevur biðið um at fáa málið á skránna
Kærustovnurin vísti málinum aftur til býráðið, tí byggiloyvi er givið á skeivum grundarlagi.
 
27.02.2025 - 08:28

Ein umsókn um prinsipielt byggiloyvi til nýggja kirkju við Støðlagøtu á Argjum er á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í dag.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, hevur biðið um at fáa málið á skránna.

Býráðið hevur annars givið byggiloyvi.

Men tað var á skeivum grundarlagi, tí Føroya kærustovnur hevur gjørt av at vísa málinum aftur til nýggja viðgerð hjá kommununi.

 

Grannar kærdu

Nakrir grannar hjá ætlaðu kirkjuni kærdu til Kærustovnin 3. apríl í fjør, tí teir ikki vóru hoyrdir í málinum.

Niðurstøðan hjá Kærustovninum er, at kommunan hevur ikki partshoyrt nærmastu grannarnar sum hon skal gera sambært fyrisitingarlógini. Tí verður málið sent kommununi aftur.

Tá kirkjuráðið á Argjum stutt fyri jól í fjør gjørdi sáttmála við byggifelagið Kanjon um at byggja kirkjuna við Sandá, var sagt, at arbeiðið skuldi byrja 5. mars, mikudagin í næstu viku. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522