Gróvu rúsevni í haganum oman fyri Kirkjubø

Gróvu rúsevni í haganum oman fyri Kirkjubø
Allir fimm menninir nokta seg sekan.Teir hava verið í varðhaldi síðani í oktober í fjør
Fimm menn eru ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr. og fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av MDMA í varðveitslu.
 
07.03.2025 - 08:08

Í revsimálinum, sum møguliga skal avgreiðast við Tjarnir, eru fimm menn ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr. og fyri at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av MDMA í varðveitslu.

Rúsevnini vóru grivin í haganum oman fyri Kirkjubø.

Allir fimm menninir nokta seg sekan.Teir hava verið í varðhaldi síðani í oktober í fjør.

Við Tjarnir verður kanska brúkt sum rættarhøli.

Hotel Hafnia er ikki tøkt í viku 17, sum byrjar 21. apríl, og Dómhúsið er ov lítið til so umfatandi mál.

Føroya rættur hevur kannað umstøðurnar við Tjarnir, men endalig støða er ikki tikin enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028