Bíligari fyrisiting og betri fakligt umhvørvi

Bíligari fyrisiting og betri fakligt umhvørvi
Miðfyrisitingin skal skipast av nýggjum, og øll starvsfólk í aðalráðum skulu arbeiða í sama bygningi
 
07.11.2013 - 07:50

Tíðliga næsta summar kemur eitt uppskot um, hvussu miðfyristingin skal skipast av nýggjum. Embætisfólk úr aðalráðunum sita við málinum. Tey skulu fyrst gera eina framløgu, sum verður send til hoyringar. Síðani verður ein frágreiðing skrivað og at enda eitt uppskot, sum skal koma næsta summar.

Bíligari fyrisiting

Endamálið er at fáa eina bíligari landsfyrisiting samstundis sum fakliga umhvørvið verður styrkt. Uppskot skal eisini gerast um, hvussu landsfyrisitingin skal húsast fyri at fáa sum mest burturúr. Øll, sum arbeiða í einum aðalráði, skulu helst arbeiða í sama bygningi, verður sagt.

96 mió. kr.

Í búskaparfrágreiðingini, sum kom í vár, stendur, at landsfyrisitingin kostar 96 mió. kr. Í flestu aðalráðunum eru færri enn 20 starvsfólk. Hetta ger, at lutfalsliga ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika og ráðsuppgávur. Tá fyrisitingin er skipað av nýggjum, fer landskassin eftir ætlan at spara fimm milliónir í 2015 og síðani tíggju milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450