Eingin fíggjarlóg í USA - almennir stovnar lata aftur

Eingin fíggjarlóg í USA - almennir stovnar lata aftur
Leiðarin í umbosðmannatinginum sigur, at hann ætlar fáa fíggjarlógina samtykta i morgin
Mike Johnson er formaður í umboðsmannatinginum, sum væntandi fer at viðgera fíggjarlógaruppskotið aftur í morgin.
Mynd: Aaron Schwartz/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2026 - 08:24

Almennir stovnar í USA hava aftur latið lutvíst aftur

Tað hevur ikki borið til at fáa fíggjalógina gjøgnum umboðsmannatingið, og við ongari fíggjarlógi, kann staturin ikki brúka pengar.

Í fjør hendi tað eisini, at eingin fíggjarlóg var, og tá høvdu almennir stovnar afturlatið í drúgva tíð.

Men stendur tað til Mike Johnson, leiðara í umboðsmannatinginum, verður fíggjarlógin samtykt í morgin.

Tað skrivar norska ríkiskringvarpið, NRK.

 

Freistin fór leygardagin 

Staturin læt lutvíst aftur leygardagin, tá freistin fyri at samtykkja  nýggja fíggjarlóg fór.

Mike Johnson sigur, at hann hevur tryggjað sær nóg nógvar republikanskar atkvøður til at fáa fíggjarlógina samtykta. Treytin er tó, at tað eydnast at fáa umboðini aftur til Washington, tí tað hevur kavað illa í syðra parti av USA og í miðskeiðis í vestara parti av landinum, og tað kann seinka gongdini.

Formaðurin í umboðsmannatinginum sigur, at hann stuðlar forsetanum í stríðnum at fáa fíggjarlógina gjøgnum tingið. Forsetin hevur gjørt tað púra greitt, at hann vil hava uppskotið samtykt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098