Høgravalevni verður nýggjur forseti í Kosta Rika

Høgravalevni verður nýggjur forseti í Kosta Rika
39 ára gamla Fernandez fær undirtøku frá umleið 49 prosentum av verljarunum, nú 81 prosent av atkvøðunum eru tald upp
Laura Fernandez hevur longu lýst seg sum vinnara av forsetavalinum í Kosta Rika.
Mynd: Christian Klindt Sølbeck/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2026 - 10:53

Alt bendir á, at valevnið hjá høgraveinginum, Laura Fernandez, verður nýggjur forseti í Kosta Rika.

Tað tykist vera greitt, nú 81 prosent av atkvøðunum eru tald upp.

39 ára gamla Laura Fernandez fær undirtøku frá umleið 49 prosentum av verljarunum.

Avbjóðarin, Alvaro Ramos, sum politiskt heldur til á miðjuni, hevur fingið góð 33 prosent, skrivar Ritzau.

Alvaro Ramos hevur longu viðgingið, at hann hevur tapt forsetavalið, og Laura Fernandez hevur lýst seg sum vinnara.

Høvuðsevnini í valstríðnum hava verið narkotikahandil og harðskapurin í Kosta Rika. Sagt verður at landið er vorðið transitland hjá narkokartellum í Meksiko og Kolombia. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585