- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri grønlendingar kunnu útbúgva seg í verjuni

Fleiri grønlendingar fáa nú møguleika at búgva seg út í verju og tilbúgving.
Í summar hækkar arktiska støðisútbúgvingin næmingatalið úr 30 upp í 50, upplýsir danska verjumálaráðið.
Útbúgvingin er í Kangerlussuaq, og Arktisk Kommando, sum er høvussæti hjá donsku verjuni í Grønlandi, stendur fyri útbúgvingini.
Útbúgvingin tekur eitt hálvt ár, og síðani eru møguleikar útbúgva seg víðari í verjuni.
Eru við í Arctic Endurance
Higartil hava tvey lið av næmingum lokið støðisútbúgvingina.
Næmingar, sum í løtuni taka útbúgvingina, eru við í hernaðarvenjingini, Arctic Endurance, m.a. saman við donskum hermonnum í Grønlandi.
Arctic Endurance byrjaði fyri tveimum vikum síðani, og venjingin verður alt hetta árið.
Millum londini, sum eru við í venjingini, er Frakland, Týskland, Svøríki, Noreg, Finnland, Holland, Ísland og Belgia. Danska verjan stendur á odda fyri Arctic Endurance.


























