Fylg við dystinum millum Holland og Føroyar beinleiðis her á heimasíðuni

Fylg við dystinum millum Holland og Føroyar beinleiðis her á heimasíðuni
Nú klokkan 14 spæla føroysku hondbóltsmenninir seinna dystin móti Hollandi í EM-undankappingini. Vit stroyma dystin og siga frá honum í orðum og myndum her á heimasíðuni
Óli Mittún og hinir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti skulu í dag royna at spæla seg eitt fet nærri EM-endaspælinum í 2026
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.03.2025 - 13:20

Spenningurin er hásæti undan hondbóltslandsdytinum millum Holland og Føroyar í Amsterdam nú klokkan 14. 

Okkurt um 1000 føroyingar eru farnir við til Hollands at hyggja, og tað er væl skilligt. Eitt EM-pláss liggur í buktini, tí tað er sera javnt í bólk 6, har Føroyar, Holland, Kosovo og Ukraina eru. 

Undan dystinum í dag, liggur Holland á odda í bólkinum, meðan Føroyar eru á øðrum plássi. Tvey tey fremstu liðini koma beinleiðis víðar til EM-endaspælið.  

 

Fyrri dysturin millum Føroyar og Holland, ið varð leiktur í nýggjur stórhøllini við Tjarnir mikukvøldið, endað við 32-32 javnleiki. 

>>Livebloggurin frá Holland - Føroyar sæst HER. 

 

>>Beinleiðis stroymurin frá Holland - Føroyar sæst HER.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210