Dýrari hjá vinnuni at sleppa av við rusk í Tórshavnar kommunu

Dýrari hjá vinnuni at sleppa av við rusk í Tórshavnar kommunu
Kommunala brennistøðin skal hava umfatandi umvælingar og dagføringar, og tí mugu nógv fleiri pengar setast av til brennistøðina
Prísirnir hjá Kommunalu brennistøðini eru ikki dagførdir síðani 2012.
 
28.03.2025 - 10:59

Tað fer at kosta vinnuni meira at sleppa av við burturkast í Tórshavnar kommunu.

Kommunala brennistøðin skal hava umfatandi umvælingar og dagføringar.

Alt burturkastøkið skal sum heild mennast við meiri skiljing.

Meira skal endurnýtast, og minni skal brennast ella tyrvast.

Og fleiri og herd krøv frá myndugleikunum eru væntandi.

Tí noyðist kommunan at seta nógv fleiri pengar av til brennistøðina, sigur kommunan.

Tórshavnar býráð samtykti tí í gjár at hækka burturkastgjøldini 18 prosent, sum svara til prístalsjavningina síðani 2012.

Prísirnir næsta ár verða viðgjørdir í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2026.

Prísirnir hjá Kommunalu brennistøðini eru ikki dagførdir síðani 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891