Einki forðar USA at byggja fleiri herstøðir í Grønlandi

Einki forðar USA at byggja fleiri herstøðir í Grønlandi
Helle Thorning-Schmidt, fyrrverandi forsætisráðharri, sigur í samrøðu við CNN, at hvørki danir ella grønlendingar høvdu sett seg upp ímóti tí
CNN gjørdi samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, fyrrverandi forsætisráðharra, millum USA, Danmark og Grønland.
 
31.03.2025 - 15:28

Einki forðar USA at senda størri hermegi og byggja fleiri herstøðir í Grønlandi, um tað er tað, sum USA vil.

Tað sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, í samrøðu við CNN.

Í samrøðuni heldur hon tað vera eitt sindur ironiskt, at amerikanarar nú tosa um at yvirtaka Grønland, tí tað er øgiliga lítið, sum amerikarar ikki kunnu hava í Grønlandi, um teir vilja tað.

Helle Thorning-Schmidt heldur, at um USA gjørdi av at gera fleiri herstøðir og styrkja seg hernaðarliga í Grønlandi, høvdu hvørki grønlendingar ella danir sett seg upp ímóti tí, heldur hinvegin.

- Eg ivist ikki í, at grønlendska fólkið fegið vil samstarva við amerikanarnar í Grønlandi, eisini um búskaparligar trupulleikar. So gott í tykkum, setið tykkum við samráðingarborðið, sigur Helle Thorning-Schmidt við CNN.

Hon leggur í samrøðuni eisini dent á, at grønlendska fólkið eigur Grønland, og at tað er ein partur av kongsríkinum Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025