Føroyskar fyritøkur kunnu fáa kappingarfyrimun av amerikanska tollinum

Føroyskar fyritøkur kunnu fáa kappingarfyrimun av amerikanska tollinum
Men handilskríggj og handilsforðingar eru skaðilig fyri smáar, opnar búskapir sum tann føroyska, sigur formaðurin i Búskaparráðnum
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
 
03.04.2025 - 07:55

Talan kann gerast ein bati fyri okkara kappingarføri á amerikanska marknaðinum.  

Men handilskríggj og handilsforðingar eru skaðilig fyri smáar, opnar búskapir sum tann føroyska, og tollurin, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur boðað frá, fer tí eisini at ávirka okkum.

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskparráðnum:

 

030342025_Johnny

 

Donald Trump, forseti, við yvirlitinum, hvussu útheimurin verður raktur av amerikanska tollinum. (Mynd:AFP/Ritzau Scanpix)


Grundtollur upp á 10 prosent

Amerikanski forsetin, Donald Trump, legði á tíðindafundi klokkan í gjárkvøldið, okkara tíð, fram stóra tollpakkan, sum hann hevur boðað frá.

Tað snýr seg bæði um ein grundtoll upp á 10 prosent fyri allar vørur, sum verða fluttar inn í USA, eins og størri toll fyri eina røð av londum.

Í Rósugarðinum framman fyri Hvítu húsini stóð Trump við einari stórari talvu og legði fram eina tollskipan, sum merkir, at lond verða áløgd ein skatt, sum svarar til helvtina av tí, sum viðkomandi land krevur frá USA í tolli og handilsforðingum, sum Trump málbar seg.

Tíggju prosent í vanligum tolli frá leygardegnum at rokna.

Fyri vørur úr ES-londum er tollurin 20 prosent.

Donald Trump segði,. at í ES eru sera hørð handilsfólk:

- Vit hugsa um fólk í ES sum vinalig fólk. Men tey skrædla okkum. Tað er so syrgiligt at síggja.Tað er so ússaligt. Vit taka 20 prosent frá teimum, segði amerikanski forsetin.

 

Ursula von der Leyen.

 

ES svarar aftur

ES nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, hevur longu boðað frá, at ES er ti lreiðar at svara Trump aftur.

- Vit hava altíð verið ti lreiðar at samráðast við USA til tess at taka burtur handilsforðingar. Vit eru longu til reiðar at svara aftur viðvíkjandi tolli á stáli. Og vit verða klár at svara aftur, so vit kunnu verja áhugamál okkara og handilslívið, um so er, at samráðingar ikki rigga, sigur Ursula von der Leyen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097