Tita eitur nýggja matstaðið í Norðurlandahúsinum

Tita eitur nýggja matstaðið í Norðurlandahúsinum
Tað er Tjóðhild Patursson, sum fer at reka nýggja matstaðið, sum letur upp páskaaftan
Tjóðhild Patursson
 
15.04.2025 - 09:40

Tjóðhild Patursson hevur altíð verið sera hugtikin av mati og mentanini rundan um matin. Og millum annað hetta hevði við sær, at hon fyri tveimum árum síðani læt upp matstaðið 'Ástaklokkan'.

 

Tita

Nýggja matstaðið í Norðurlandahúsinum, ið eitur Tita, skal vera eitt fólksligt matstað, sigur Tjóðhild. Fyri hvønn dag verður ein føst matskrá á middegi, og tú skalt ikki bíða eftir matinum. Leygardagar verður málbólkurin barnafamiljur, og sunnudagar verður borðreitt við sunnudagsdøgurða.

 

Tita letur upp leygardagin, og opið verður hvønn dag frá klokkan 10 til 16, eins og Tita eisini hevur opið, tá ið tiltøk eru í Norðurlandahúsinum.

 

Tú kanst hoyra samrøðuna við Tjóðhild Patursson her:

 

1738118


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541

Meira um sama evni